Aftur Bátahugni í Hvalvík

Fimtu ferð á rað verður skipað fyri tiltakinum Bátahugni í Hvalvík um vikuskiftið.

Tað eru bátafólk í Hvalvík og Streymnesi, sum skipa fyri tiltakinum, har serligur dentur verður lagdur á hugna og samveru.

 

Bátarnir savnast úti fyri Selatrað leygardagin 31. mai klokkan 13.30, og haðani verður siglt til Hvalvíkar við vegleiðing frá Juvel. Klokkan 15 verður smurt breyð í tjaldinum, og klokkan 20.30 verður felagssangur og hugni í tjaldinum. 

 

Bátahugnin hevur fingið góða undirtøku, og í fjør vóru umleið 65 bátar til tiltakið, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.