Aftur avgustar í Hvalvík

Aftur í morgun eru avgustar við at fara á land í Hvalvík

Tá ið tað lýsti í morgun, varnaðust fólk, at tað aftur liggja avgustar í Sundalagnum.

 

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at talan er um tríggjar ella fýra avgustar, sum liggja Hvalvíksoyrini, beint við vrakið á Golden Harp.

 

Teri eru komnir heilt inn at, men sýslumaðurin heldur ikki, at teir eru strandaðir.

 

Men tað er tætt við, sigur hann.

 

Hann sigur, at hann hevur biðið bátar fara til teir í eini roynd at reka teir aftur til havs, áðrenn teir renna seg fastar.

 

Tað er ikki meiri enn ein slakur mánaði síðani, at avgustar eisini vóru í Sundalagnum, men tá rendu tveir seg á land og stóðu ikki til at bjarga.

 

Annar varð sleipaður til havs og ein var sleipaður á Hvalastøðina, har hann varð flensaður við tí fyri eyga at hava beinagrindinia at syna fram.