Aftur av seinastu ferðini

Amerikanska rúmdarferjan Discovery lendi seinnapartin á Kennedy-rúmdarstøðini í Florida eftir at hava verið 13 samdøgur í rúmdini. Hetta var tann 39. ferðin hjá Discovery, og so nógvar ferðir hevur eingin onnur rúmdarferja verið úti í rúmdini. Men hetta var eisini tann seinasta ferðin, tí Discovery verður nú flutt á eitt rúmdarsavn.

USA hevur tvær rúmdarferjur eftir, og tær skulu eisini á sínar síðstu ferðir í hesum árinum.

Á hesari seinastu ferðini vóru seks rúmdarfólk við Discovery.