Aftur av samráðast

Nú er líkt til, at friðarsamráðingarnar á Sri Lanka, sum slitnaðu tann 21. apríl, verða tiknar uppaftur í næstu viku.

Teir tamilsku tikararnir tóku seg burtur úr samráðingunum, tí teir vóru ikki nøgdir við gongdina í samráðingunum. Eitt nú vildu tamilarnir vera við, at stjórnin í Colombo hevur ikki hildið lyfti sítt um hjálp til fólkið har norðuri í landinum. Men í gjár frættist, at leiðarin hjá tikarunum, Anton Balasingham, hevur játtað at tosa við umboð fyri stjórnina um at taka samráðingarnar uppaftur.

Norskir diplomatar hava verið millumgongumenn í samráðingunum um frið á Sri Lanka, og tað eru eisini teir, sum hava fingið tamilsku tikararnar at umhugsa at taka samráðingarnar uppaftur.