Eins og undanfarin ár verður bátafestivalurin á Toftum fyrsta leygardag í mai, sum í ár er 2. mai.
- Fyrireikingarnar av bátafestivalinum 2015 eru farnar í gongd, og talan verður hesaferð um bátafestival nummar 11 í røðini.
Tað veit Nes kommuna at siga frá Bátafelagnum á Toftum.
Í fjør skipaði Nes kommuna á fyrsta sinni fyri várdøgum í vikuni undan bátafestivalinum.
- Her hevði kommunan saman við frítíðarfeløgum og handlum í kommununi ymisk tiltøk á skránni. Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er, at várdagar eisini verða í ár, veit kommunan at siga.
Lagt verður aftrat, at meira verður at frætta um várdagar og bátafestivalin seinni.