Aftur at samráðast við Ísland

Føroyskt vinnulív væntar, at lodnukvotan undir Íslandi verður nakað minni í ár enn í fjør, og somuleiðis er væntandi, at onkrar smávegis broytingar verða í svartkjaftaveiðini

Fiskiveiða

Samráðingarnar um fiskiveiðisáttmála millum Føroyar og Ísland eru ikki komnar undir land enn, og væntandi verður nýggjur samráðingarfundur ein av komandi døgunum.
Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag vita tey at siga, at eftir almennu vitjanina hjá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard í Íslandi, er líkt til, at fiskimálaráðharrarnir í báðum londunum fara at taka samráðingarnar uppaftur.
Felagið væntar, at spurningurin um lodnuna tá eisini verður avgreiddur.
- Lodnukvotan undir Íslandi verður væntandi nakað minni enn tey 30.000 tonsini, sum vit fingu loyvi at fiska í 2006, heldur felagið.
Føroya Reiðarafelag sigur seg eisini hava skilt, at botnfiskakvotan í nýggju fiskiveiðiavtaluni verður hin sama, men at onkrar smávegis broytingar helst verða í svartkjaftaveiðini.
Føroyingar eru ikki nøgdir við, at "klasulur" er á lodnuni, sum vit sleppa at fiska í íslendskum sjógvi.
Íslendingar hava nevniliga tryggjað sær, at lodnan, sum føroysk skip fiska, ikki skal kunna landast til matna í Føroyum, ei heldur virkast til matna umborð á føroyskum skipum.
Hetta líkar ikki føroysku fiskivinnuni, sum heldur, at hesar forðingarnar skulu beinast av vegnum, nú fríhandilsavtala annars er galdandi millum londini.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, segði við Sosialin herfyri, at ein gongd leið er, at føroyingar í fyrstu syfti sleppa at landa - ella virka - ein part av lodnuveiðini til matna.
- Men málið má verða, at hesar forðingar verða beindar av vegnum skjótast gjørligt, legði landsstýrismaðurin dent á.