Aftur at leita eftir formanni

Fólkatingsvalið gjørdist ein vanlukka fyri Sosialdemokratarnar, og tí skal flokkurin enn eina ferð finna sær nýgjan formann

Tað var ein ikki sørt rørdur Mogens Lykketoft, sum fyrrakvøldið fór á pallin í Copenhagen Jazzhouse og kunngjørdi, at hann fer frá sum formaður hjá Sosialdemokratunum. Flokkurin hevði eitt vánaligt val og misti fimm umboð í Fólkatinginum.

Mogens Lykketoft tók við formansstarvinum eftir Poul Nyrup Rasmussen fyri tveimum árum síðani. Longu tá vóru røddir í flokkinum, sum heldur vildu hava eit ættarliðsskifti í leiðsluni eftir tað gamla liðið við Nyrup, Lykketoft, Svens Auken og Ritt Bjerregaard, og nógv bendir á, at hesi fáa sín vilja nú.

Spurningurin er so, hvussu stórt ættarliðsskiftið verður. Tað er greitt, at menn sum Henrik Dam Kristensen, ES-tinglimur og fyrrverandi ráðharri, og Frank Jensen, fólkatingsmaður og fyrrverandi ráðharri, liggja framvið, men sterkar kreftir í flokkinum halda, at teir eru longu vorðnir ov gamlir, skal talan verða um eitt veruligt ættarliðsskifti. Hesi vilja heldur hava heilt ungar kreftir í leiðsluna, og longu valkvøldið vóru nøvn sum Morten Bødskov, Jeppe Kofod og Mette Frederiksen at hoyra. Tey eru ung, men hava longu vunnið sær pláss sum framsøgufólk hjá flokkinum í ávikavist rættarmálum, uttanríkismálum og mentamálum.