Aftur at eta tara

- Vit vilja, at okkara vørur skulu vera sunnar og heilsugóðar, og tongul og tari eru avgjørt góðar og sunnar rávørur, sigur Jesper Pedersen. Tað hevur tikið langa tíð at fáa danir at síggja, at tongul og tari er framtíðarinnar ?super? føði. Men nú er tað fari at lýsa í hjá íverksetarafyritøkuni, Havets Spisekammer, sum nú hevur fingið í lag avtalur við fleiri danskar ketur og er nær við at fáa í lag eina avtalu við týskt felag.

Eftir einum ári eru vørur hjá Havets Spisekammer at finna í fleiri donskum supermarknaðum. Síðan í januar fyri einum ári síðan er nógv hent í lítlu norðurjútsku fyritøkuni, Havets Spisekammer.

- Vit hava verið ígjøgnum eina tíð, har vit skuldu tillaga okkum danska marknaðin, samstundis sum vit skuldu seta fokus á menning og marknaðarføring av okkara vørum.

Tað sigur Jesper Pedersen, sum er annar av monnunum í Havets Spisekammer. Hin er kokkurin, Tonny Kristensen.

Havets Spisekammer hevur til endamáls at menna nýskapandi vørur úr tonglum og tara, sum skulu tillagast danska marknaðinum.

- Vit vilja, at okkara vørur skulu vera sunnar og heilsugóðar, og tongul og tari eru avgjørt góðar og sunnar rávørur, sigur Jesper Pedersen.