Aftur afturpart til løgregluna

Aftur hetta vikuskiftið helt onkur, at løgreglan hevði uppiborið at síggja eina rumpu, tí tað var júst hetta, sum hendi niðri í miðbýnum. Tá løgreglan skuldi hava fatur á ávirkaða manninum byrjaði hann at renna. Í Grasagarði varð maðurin handtikin, og kann rokna við eini bót á einar 800 krónur.

Hetta er nakað, sum javnan kemur fyri, og vísir seg at henda, tá fólk hava fingið eitt sindur ov nógv niðurum.