Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað. Tað er ein dygg og trygg skipan, tí einki í kirkjuni er einmans (m/k) avrik. Í orðsins rætta týdningi kann sigast, at nógvar hendur virka, og fleiri herðar bera.
Kirkjuráðsval var í november 2021, har limir fólkakirkjunar valdu eitt kirkjuráð at stjórna staðbundnu kirkjuni. Talan er um beinleiðis demokrati.
Nú er so aftur vál á skránni. Hesaferð er talan um óbeinleiðis demokrati. Tað merkir, at kirkjuráðslimirnir velja eitt landsfevnandi ráð og eina landsfevnandi stjórn at stýra fólkakirkjuni í Føroyum saman við ávikavist dómprósti og biskupi.
Í Próstadømisráðnum sita fýra leikfólk saman við dómpróstinum.
Í Føroya Stiftsstjórn sita tvey leikfólk saman við biskupinum.
Henda skipanin tryggjar, at embætisfólkini í fólkakirkjuni ikki kunnu gera sum teimum lystir.
Hóast samstarvið er gott millum embætisfólkini og leikfólkini, er tað áhugavert, at bæði biskupur og dómpróstur í fíggjar- og verkligum málum kunnu koma í minniluta við sínum sjónarmiðum.
Dómpróstur og biskupur hava stóra ávirkan og stórt vald. Men, valdið teir hava, verður teimum givið alt eftir, hvat leikfólkini hugsa og avgera, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á folkakirkjan.fo.











