Aftur á gulllaksaveiði

Tey trý pørini, sum plaga at fiska gulllaks í summarhálvuni, men sum seinastu tíðina hava fiskað makrel, fara nú aftur á gulllaksaveiði.

Tey trý pørini, sum plaga at fiska gulllaks í summarhálvuni, men sum seinastu tíðina hava fiskað makrel, fara nú aftur á gulllaksaveiði.

 

Tað veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga.

 

- Polarhav og Stjørnan royna sunnast í føroyskum sjógvi, og Vestmenningur og Skoraberg fóru nýggjan túr á midnátt.

 

Heimasíðan veit at siga, at triðja parið, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, eisini gera klárt at fara avstað aftur.

 

Hugsandi er, at gulllaksavertíðin, sum vanliga byrjar tíðliga í apríl, varar umleið ein mánað ella so aftrat.