Eftir boðum frá sínum fakfeløgum sita túsundtals grikkar við hús í morgun fyri at mótmæla kreppupakkanum hjá stjórnini. Stjórnin sigur, at pakkin er neyðugur, um landið ikki skal fara á húsagang.
Verkfallið, sum varir eitt samdøgur, darvar millum annað samferðsluni á landi og sjógvi, og flogferðslan innanlands er eisini partvíst rakt av verkfallinum. Flogferðslan millum Grikkaland og umheimin gongur sum vant.
Starvsfólkini í teirri almennu umsitingini eru ikki til arbeiðis, og læknarnir á sjúkrahúsunum gera bara tað mest neyðuga arbeiðið.
Seinnapartin verða mótmælisgongur í Athen og hinum stóru býunum. Tað eru fakfeløg, sum skipa fyri.