Leygarkvøldið verður stórt 90´ara kvøld í Klaksvík.
Leygarkvøldið verður stórt 90´ara kvøld í Club 700 í Klaksvík,
har tíðin verður skrúvað nøkur ár aftur, og farið verður aftur í 90´árini
við Dj-Cool, ella betri kendur sum ?Martin Kjærbo? ið sjálvur var Dj
í Lognbrá tá í tíðini, so tað skal ikki standa á hjá honum at velja øll
tey røttu løgini, sum vóru populer ímillum tey sum vóru tannáringar tá.
Hvør minnist ikki øll tey góðu løgini hjá eitt nú Haddaway, Dr. Alban,
Ace of Base, Dj Bobo, Snap o.s.fr.
Lagt verður upp til eitt gott og hugnaligt kvøld í Club 700, har ein
kann uppliva allan tann góða tónleikin aftur.