Leygarkvøldið tann 4. mai verður farið aftur í 80?ini í høllini á Kambsdali. Orkestrini Science Fiction, Musketerarnir og Deiggj fara á pallin. Millum bólkarnar leggur kendi DJ?arin Atli Larsen fløgur á.
Tað eru Fuglafjarðar Hornorkestur og Fuglafjarðar Billardfelag, sum skipa fyri tiltakinum.
Ferð á
Áttatiárini vóru árini, tá alt gekk við rúkandi ferð, og fyrireikararnir siga, at ætlanin er eisini at fáa ferð á dansin.
Bussar koyra úr Havn og aftur av Kambsdali til Havnar og til Leirvíkar klokkan 04:30. Tey, ið ynskja pláss í bussunum, kunnu ringja 216464.
Verður verkfallið av, so verður eisini skipað so fyri, at samband verður til Klaksvíkar.
Óivað ein glað dansinátt hjá teimum, sum vóru í bestu árum, tá alt gekk við ferð, og sum í dag ikki vita hvar tíðin so skjótt bleiv av. Men nú verður høvi at minnast aftur á og fáa ein swing-om til besta 80?ara tónleikin.