Aftur 3-1 til ÍF

Seinast damurnar úr Fuglafirði møttu TB, vunnu tær 3-1 suðuri í Trongisvági, og hetta hendi aftur sunnudagin á Kambsdali, tá ungu tvørádamurnar vóru á vitjan við einum skerdum liði

ÍF-TB 3-1 (23-25, 25-16, 26-24, 25-16):


Í fyrsta settinum byrjaðu TB kvinnurnar betur og vunnu tað eisini 23-25. Eftir hetta tóktust ÍF kvinnurnar at taka seg saman og megnaðu tær eisini at vinna næsta sett 25-16. ÍF venjarin valdi at nýta ungu Urd Traðará allan dystin, og sigast má at hon stóð seg avbera væl.

Triðja settið í dystinum vísti seg at vera eitt sera spennandi eitt av slagnum. Tí við støðuni 24-23 til gestirnar av Tvøroyri, stóðu TB kvinnurnar til at hava settbólt, men ÍF venjarin bað um time-out og so vendi alt. Blaðungu tvørágenturnar vóru sum lammaðar eftir timeoutið, og ÍF skoraði trý løtt stig, og tóku harvið eisini triðja settið. Fjórða settið var eins og hini frammanundan, merkt av fjálturstungnum spæli, og nógvum feilum, men ÍF vann tað sikkurt, og harvið eisini dystin, 3-1.


Bjørt framtíð fyri framman

Ikki bert ÍF hevur íslett av ungum leikarum. Nærum alt TB liðið er blaðungt, og hava tær ein miðalaldur uppá 17,8. Flestar av teimum spæla á kvinnuunglingaliðnum hjá felagnum, so tað sær kanska eitt sindur dapurt út í løtuni, men framtíðin hevur óivað eitthvørt spennandi at bjóða uppá.


Skerdir gestir

TB vóru tíðuliga merktar av at nakrar av eldru leikarunum ikki vóru við á Kambsdali. Onkrar teirra eru givnar í felagnum, og Sólva Dimon var ikki tøk heldur, men Sára Strøm var við aftur, og hennara partur lá ikki eftur.

Nú eru tveir triðingar av kappingini lagdir afturum, og stigini eru hálveraði, so man kann næstan siga, at tað er ein nýggj kapping, ið nú byrjar.