Mikudagin høvdu tær eina framløgu, har tær presenteraðu verkætlanina. Í hesum sambandi høvdu tær fingið ein bil, sum umboðar tíðarskeiðið í 1920-unum. Talan var um ein Ford A, sum vórðu framleiddir í USA í tíðarskeiðnum 1927-1931.
SIT stendur fyri “Støðisútbúgving Innan Tøkni” og er ein handalig og bóklig fyrireikandi grundútbúgving innan ymisk fak á Tekniska Skúlanum sum t.d. timbur, el, metal, bil og stíl- og snið. S.I.T-útbúgvingin gevur góðar møguleikar til víðari lestur.
Talan er um tríggjar ymiskar breytir á Stíl- & Sniðdeildini: SIT-Hár, SIT-Klædnaatstøðingar og SIT- Kosmetikarar. Tær, sum gjørdu hesa verkætlanina, tóku útbúgvingina SIT-Hár. Tær byrjaðu í august 2008 og verða endaliga lidnar í juni 2009. Tá hava tær eina SIT-útbúgving og útbúging sum stylistar og make-up artistar.










