Føroyska Anna Kartin Egilstrøð sang í bólkin, sum er mannaður við dønum. Hon sang á bæði á føroyskum, íslendskum og donskum. Ljóðførini vóru eitt sindur serligari enn vanlig, ein snúðurlig, sum á enskum kallast hurdy gurdy, varð brúkt í tí eina umleið 600 ára gamla franska lagnum. Hóast tónleikaslagið ikki er so væl umboðað var tónleikurin ikki nakað serliga slóðbrótandi. Undirritaði var ikki líka hugtikin av tónleikinum eins og tey 20-30 á fremstu røð, sum sungu, klappaðu og dansaðu við.