Garvaði málverjin, sum hevur spælt 78 landsdystir, fór skaddur av vøllinum sunnudagin, tá ÍBV sunnudagin tapti 1-0 fyri meistarunum úr FH.
Ólavsøkuaftan skal ÍBV spæla seinna UEFA-Cup dystin móti B36, men tað verður eftir ølllum at døma eitt sera skert lið, sum fer á vøllin móti B36.
Sunnudagin restaðu sjey av teimum, sum vanliga verða roknaðir millum teir fyrstu ellivu, og støðan gjørdist ikki betri, tá málverjin, Birkir Kristinsson fór skaddur av vøllinum.
Og tað er nærum ein vanlukka fyri liðið, at málverjin nú er skaddur. Birkir Kristinsson, sum verður 41 ár í august mánaði, hevur í nógv ár verið roknaður sum fremsti íslendski málverjin. Hann hevur spælt 74 A-landsdystir, og var tann seinasti av hesum 2-0 sigurin á Italia í fjør.
Ígjøgnum yrkisleið sína hevur hann umboðað fleiri íslendsk feløg, umframt Brann, Norrkøping, Stoke City og Lustenau. Áðrenn hann sunnudagin fór skaddur av vøllinum, hevði hann spælt 318 landskappingardystir á rað í fremstu íslendsku deildini.
Tey, sum ikki kennast við navnið á málverjanum, minnast tó kanska, at tað var júst hann, sum í 1999 bjargaði brotssparki frá Allani Mørkøre á Tórsvølli, tá Føroyar í vinardysti taptu 1-0 fyri Íslandi.
ÍBV í trongum skóm
Tað hevur ikki gingið eftir vil hjá ÍBV í ár. Liðið liggur triðaftast við tíggju stigum fyri tólv dystir, eitt stig frammanfyri tey bæði botnliðini. Málúrtøkan er 10-24.
Fyrr í ár mistu teir venjaran til FH, og hann tók nakrar leikarar við sær. Hetta hevur verið ein dyggur smeitur hjá liðnum, og tað sæst eisini aftur á stigatalvuni.
Tíðindamaðurin Sigmundur Steinarsson á Morgunblaðnum sigur, at tað als ikki er nøkur skandala fyri ÍBV, um teir ikki koma víðari.
- ÍBV hevur ikki eitt gott lið í ár, og teir fara væntandi at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting seinni í ár. Tí er tað ikki nøkur skandala, um teir ikki vinna á oddaliðnum í Føroyum, sigur Sigmundur Steinarsson.
- At Birkir ikki verður við er ein stórur missur, tí at hann hevur verið besti íslendski málverjin í nógv ár, sigur íslendski blaðmaðurin.










