Aftansangur á mentanarviku

Í kvøld klokkan 20 verður aftansangur í Glyvra kirkju við Kóri Glyvra kirkju.

Í kvøld klokkan 20 verður aftansangur í Glyvra kirkju við Kóri Glyvra kirkju. 

 

Fyrimyndin aftan fyri tiltakið er aftansangur í ensku (anglikansku) kirkjuni, sum er ein daglig tíðarbøn, har dentur verður lagdur á lovsong, Dávidssálmar, bíbliulestur og bøn.

 

Kór Glyvra kirkju hevur síðani 2004 stundum bjóðað til aftansang í Glyvra kirkju og øðrum kirkjum við, og í 2008 var kórið í Onglandi til tess at nema sær kunnleika og fáa íblástur.

 

Í kvøld syngur Kór Glyvra kirkju ein Dávidssálm í reciterandi stíli, Lovsong Mariu, Lovsong Simeons og eitt sokallað ”anthem” (kórvers).

 

Skiftisongur eftir enska tónaskaldinum, William Smith (1603-45), verður sungin av prestinum og kórinum. Harafturat verður  sálmasangur, bíbliulestur og bøn.

 

Liturgur í kvøld er Meinhard Bjartalíð, og organistur verður Jensina Simonsen.