Seinastu árini hevur aftankvirra verið ein partur av tiltøkunum í Vágs kirkju. Og nú er hon aftur á skránni.
Í annaðkvøld verður kirkjan opin frá kl. 21.30 til eina stilla løtu.
Klokkan 22 verður sjálvt tiltakið, har tónleikur og ein spennandi frásøgn verður.
Tað er Oluffa Durhuus, ið er úr Klaksvík, sum kemur at greiða frá, tá ið hon var við í flogvanlukkuni í Mykinesi i 1970, og hvussu tað er at missa.
Umframt frásøgnina verður eisini tónleikur á skránni. Tað eru tey bæði ungu fólkini Gurið Djurhuus og Ingi Poulsen ið fara at framføra. Eisini fer ein nýggj trio, við sangarum sum áður vóru ungir at framføra nøkur løg. Hesir tríggir eru Sigmund Olsen, Dagfinn Olsen og Finn Johannesen.
Hetta tiltakið skuldi eftir ætlan verðið í kvøld, men orsakað av illveðrinum útsett til í annaðkvøld