Aftankvirra fríggjakvøldið

Síðani í summar hevur við føstum millumbili verið skipað fyri Aftankvirru í Dómkirkjuni í Havn. Henda verður fyriskipað fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði, tá kirkjan er opin frá klokkan 14 til 23. Umframt at fólk her hava møguleika at hava eina friðarliga løtu í kirkjuni, er kórframførsla klokkan 22.00 og klokkan 22.30 er andakt.