Aftaná fýra javnleikir vann Hillerød loksins aftur

Adrian Justinussen fekk ein tíma á vøllinum í kvøld

Adrian Justinussen var við frá dystarbyrjan, og hann fekk ein tíma á vøllinum tá lið hansara, Hillerød vann 3-2 á Helsingør á heimavølli í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Helsingør legði seg á odda 1-0 tá bert átta minuttir vóru leiktir. Sjey minuttir undan steðginum javnaði Marinus Due Grandt fyri Helsingør.

 

Í 56. minutti legði Solomon Opoku Helsingør á odda 2-1, og bert tríggjar minuttir seinni økti hann til 3-1. Helsingør fekk pyntað um úrslitið, men nærri kom teir ikki.

 

Sigurin gagnar Hillerød eyka væl aftaná fýra javnleikir í fýra teimum seinastu dystunum. 

 

Úrslitið merkir, at Helsingør fer at enda millum tvey tey niðastu liðini, og fer at flyta niður í triðbestu deildina. 

 

Hillerød er næstfremst við 40 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, AC Horsens sum hevur 41 stig. 

 

Hetta var sætti dysturin á rað, har Adrian ikki skoraði fyri Hillerød. Adrian skoraði annars sjey mál í fimm teimum fyrstu dystunum í deildini.

 

2. hvítusunnudag klokkan 12 spælir Hillerød á útivølli móti Næstved, ið er næstaftast í deildini og stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.