Eg viðurkenni, at spurningurin er trupul bæði so og so, men onkunstaðni skal so byrjast, at ein byrjan er so altíð ein roynd, sum síðani kann bøtast og lagast nærri til tað endaliga stavnhaldið, sum er at veita sálarsjúkum bøtta tilveru og psykiatrisku deild økt og bøtt virkisamboð.
Øll tykjast samd um, at sálarsjúk skulu eiga frægari møguleikar at fóta sær aftur uttandeilda, og so vítt gjørligt aftur gerast náttúrligur partur av samfelagssamlívinum, so sum nú annars brek og førleiki loyvir tí.
Sálarsjúk fólk eru vanliga eins heimkær og onnur. Tó í onkrum føri ber sjúkan við sær, at sjúklingar sjálvir illa orka fyri sínum næstringum ella tey ikki fyri teimum, men fyri nógv, sum frammanundan hava svikaliga sjálvsmynd, er tað sera umráðandi so vítt gjørligt at varðveita sítt tilknýti til tað familjuliga og umhvørvisliga upphavið.
Men tá familja og aðrir næstringar av einihvørji orsøk ikki orka nóg væl at flættast við hin sálarbrekaða, so eiga hesi javnbjóðis øðrum at kunna fara náttúrliga fyri seg sjálvi frá »faðir og móðir« og búleikast undir umstøðum, sum flestøll við góðum vilja kunnu liva við og hóast alt fáa sum frægast burturúr.
Júst her er tað, at vit hava ein høvuðstrupulleika, tí meðan vanlig hálvvaksin hava nóg trupult við at útvega sær egnan bústað, er tað í verandi »købers og sælgers marked« á privata bústaðarmarknaðinum margfalt trupult hjá brekaðum at fáa egið tak yvir høvdið.
Tískil mugu tær almennu Føroyar traðka til, verða hesi okkara minstu og veikastu í samfelagnum viðurkend sum neyðugur partur av samfelagshópinum, og tað skulu tey vera, síðani slík hóttaføll kunnu ráma okkum øll í faktiskt óhugnaliga høgum lutfalli.
Tað er eingin einføld loysn og funnin fressur í hesum spurningi, men heldur talan um eitt fjølbroytt og liðiligt úrval av møguleikum.
Fyrsta stigið kann vera øktir útslúsningsmøguleikar beinleiðis av psykiatrisku deild og væl meira enn við verandi einstaku tíðaravmarkaðu royndaríbúð á sjúkrahúsøkinum, Sólteigi o.ø..
Tað kann gerast við eini heilari hædd í ell einari heilari bústaðareind (einum heilum íbúðarblokki, so sum skilagott skotið upp av fundarluttakara).
Annars er tað ikki minst týðandi, at sálarbrekaðum ofta leingist heimaftur til sítt gerandisumhvørvi, sítt upphav og sína familju, og í tí føri er tað heilt upplagt, at kommunur úti um landið kenna sína ábyrgd fyri eisini hesum sínum borgarum og fara undir at byggja nýggj ella keypa hóskandi brúkt sambýli til hesi fólk, enn sum higartil í ávísan mun bara at avhenda hesar skyldur sínar til Suðurstreym..
Nú eina drúgva tíð hava vit verið vitni til eitt drúgvt kommunuvalstríð, har tað hevur verið lovað í stóran stíl til høgru og vinstru. Bústaðarmál teirra sinnisbrekaðu hevur verið havt á lofti, tó lítið ítøkiliga, men væl meint, og tað kostar so ikki beinleiðis.
Væl fer tað at kosta, men her sum so mangan man tað fara at vera, at »det koster at være kar«, tí í veruleikanum er stavnsbindin av sjúkum innandeilda á psykiatriskari deild hin dýrasta loysnin, meðan lands- og bygdapolitikarar fyri tað nógva bara lena seg afturá og lata standa til.
Og so hevur eingin nevnt spurningin um trivnað og lívsdygd teirra sjúku, og neyð okkara viðgerðafólka innandeilda at fáa tikið ímóti nýtilkomnum sálarsjúkum, tí at deildin frammanundan er ovurfylt og »sandað til« av annars innandeilda liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum bara ikki fáast út aftur, tí at tað reint faktiskt einki er at útskriva tey til.
Veit ikki akkurát, hvar hundurin er grivin, men er talan um bera økonomi, costbenefit og denslags, so skal eg loyva mær at veita teimum fákunnugu, blint taltrúgvu og einoygdu fíggjarkønu eitt einasta dømi av, Guð havi lov, hóast alt fleiri:
Siga vit, at eitt døgnrøktarpláss á psykiatrisku deild kostar framm við 2000, og tá er tað lágt sett.
Í hesum høpi minnist meg sjúkling, sum verandi illa psykiskt sjúk frammanundan hevði ligið inn á psykiatrisku deild niðri í eini 20 til 30 ár út í eitt fyri ? lat okkum siga ? hesa somu útreiðslu á kr. 2000 pr. døgn.
Seinastu 30 árini hevur hesin framvegis illa sjúki persónur heima hjá okkum tó kunnað búleikast í egnari íbúð við avlamispensión svarandi til 200 til 300 kr. pr. døgn.
Viðkomandi hevur so av síni pensiónsupphædd goldið fyri sítt upphald, húsaleigu, fyri mat og klæði, ljós og hita, lisens til útvarp og sjónvarp o.s.fr., umframt at persónurin, hóast framvegis illa sálarsjúk, trívist sera væl heima hjá sær sjálvum og hevur eftir umstøðunum eitt virðiligt lív.
Væl er hetta ein glæstrisøga og møguliga eitt undantak í neyðini, sum tó hevur eydnast vegna tess, at øll hjálparfólk hava verið beinasom og latið formligar forðingar víkja, men samanumtikið ivist eg sjálvur onga løtu í, at eiga vit og fáa framyvir fleiri lagalig tilboð til og umstøður fyri at stuðla sálarsjúkum til eitt virðiligt lív uppá teirra serligu treytir, so verður einki óført fyri nógv teirra.
Higartil verandi økispsykiatri er vegna tilfeingistrongd og av øðrum góðum grundum fyribils steðgað. Tað er í sjálvum sær eitt afturstig og harmuligt, síðani útjaðaraborgarar sjálvandi skulu hava somu møguleikar fyri sálarsjúkuviðgerð sum eitt nú næstu grannar psykiatrisku deild, men eg kundi hugsað mær eina virðiliga og væl endurreista økispsykiatri endurstovnaða soleiðis, at kommunur víða um landið eftir tørvi reistu bústovnar ella sambýli til sínar sálarsjúku borgarar við absolutum tørvi fyri slíkum, og at økispsykiatriin síðani var endurstovnað forsvarliga sum sjálvstøðugt arbeiðsteam, tó við útgangsstøði í pyskiatrisku deild, til m.a. at veita sálarsjúkum úti um landið regluliga tænastu á lokalsjúkrahúsum, røktarheimum, læknamiðstøðum og/ella í tilknýti til sambýli og bústaðir fyri sálarsjúk, sum av einihvørji orsøk ikki kunnu búleikast heilt á jøvnum føti við onnur.
Og omaná alt er ikki talan um berar luftkastelir, síðani vit á pyskiatrisku deild longu hava roynt hetta í ávísan mun, men skulu vit hava eina forsvarliga skipan frameftir, má tað endurreisast av nýggjum við hóskandi tilfeingi, manning og umstøðum annars, og samanumtikið er ikki vist, at tað ikki fer at løna seg samfelagsbúskaparliga.
Psykiatriska deild, Landssjúkrahúsið 29.11.2000
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur/bm