Jólakalendarar valdast, nakrir hava eitt sjokolátapetti innan fyri lúkuna, aðrir hava eina fitta mynd, ið kanska hoyrir til onkra søgu. Men so eru uppaftur aðrir, ið eru fyri tey vaksnu. Danska tipstænastan hevur t.d. ein skava og vinn kalendara. Men eisini í Føroyum ber til at vinna í einum jólakalendara. Aftan fyri hvørja lúku á jólakalendaranum hjá Atlantic Airways liggur møguleikin at vinna ein Semiflex ferðaseðil fram og aftur á einum av leiðunum hjá føroyska flogfelagnum. Kalendarin liggur á føroysku útgávuni av www.atlantic.fo.
Jólakalendarin er skipaður sum ein spurnarkapping, har ein spurningur verður at svara hvønn dag. Svarar tú rætt, ert tú við í lutakastinum um ferðaseðilin. Tað eru limir í Club Atlantic, ið kunnu luttaka í jólakappingini. Ert tú ikki limur frammanundan, verður tú sjálvvirkandi og ókeypis innlimaður, tá ið tú lutteku.
Maria Samson Lamhauge av sølu- og marknaðardeildini fekk hugskotið til jólakalendaran og hevur ment hugskotið, skrivað spurningar o.a.. Sansir hevur gjørt tøkniliga og grafiska partin av jólakalendaranum.
Ætlanin við jólakalendaranum er sjálvandi at fáa fleiri limir til Club Atlantic, men sambært Mariu Samson Lamhauge er hetta eisini fyri at skapa eitt sindur av jólahýri, á teirra alsamt betur vitjaðu heimasíðu.
Maria sigur, at tey hava valt at skriva spurningar um ymiskt, ið stendur á heimasíðuni, soleiðis at øll kunnu vera við.
Jólakalendarin liggur einans á føroyska partinum av www.atlantic.fo, men hetta er sambært Mariu ikki ein roynd at gera mismun á viðskiftafólki. Ætlanin var at hava kalendarin á báðum síðum. Men tíanverri liggja tíðindastubbarnir og hitt tilfarið har spurningarnir eru skrivaðir burturúr einans á føroysku síðuni. Men Maria vónar, at tey næsta ár eisini kunnu hava donsku viðskiftafólkini við.