Afrikumenn royna seg í B68

Sambært heimasíðuni hjá Kringvarpinum, verður tað í næstu viku, at teir koma at royna seg.

- Vit hava verið sera væl nøgdir við teir báðar sum vit hava, Keita og Ndende, og tí valdu vit at siga ja, tá tað stóð okkum í boði, at fáa hesar báðar nýggju til royndarvenjing. So fáa vit at síggja hvat kemur burtur úr tí, sigur Jógvan Højgaard, formaður í B68, við kringvarp.fo.

 

Hetta merkir, at tað í næstum vera fýra mans úr Senegal og venja á Toftum í næstum, tí teir báðir Ndende og Keita koma aftur úr Senegal sunnudagin. Keita hevur royndarvant við Silkeborg seinastu dagarnar, men tað spurdist ikki meira burtur úr tí enn tað sama.

 

Sum skilst fylgjast teir báðir nýggju menninir ikki til Føroya samstundis, tí pappírsarbeiðið hjá øðrum teirra er ikki komið í rætt lag enn.