B71 brynjar seg til enn eitt kappingarár millum teir bestu í føroyskum fótbóltin. Frágongdin hevur verið stór í vetur, men nú er ætlanin, at ein afrikanskur framherji skal hjálpa felagnum.
21 ára gamli Tijani Mohammed úr Ghana hevur skrivað undir sáttmála, sum bindir hann at B71 næsta árið. Hann vandi fyri fyrstu ferð týskvøldið.