Tað var Abiy Ahmed, forsætisráðharri í Etiopia, sum fekk friðarvirðislønina hjá Nobel í ár.
Veddingarfyritøkurnar høvdu annars mett, at svenska Greta Thunberg, sum álvara hevur gjørt um seg í stríðnum fyri at fáa myndugleikar at taka veðurlagsbroytingar í álvara, fór at fáa virðislønina, men so var ikki.
Abiy Ahmed var eisini mettur at liggja heilt frammaliga í røðini yvir tey, sum kundu fáa virðislønina í ár, beint eftir Gretu Thunberg.
Abiy Ahmed kom til valdið í apríl í før, men síðani hevur hann longu skrivað undir friðaravtalu við Eritrea, sum gjørdi enda á einum áralongum kríggi. Hann hevur eisini latið politiska fangar leysar og hevur lovað at hava fræls val í Etiopia.
Samstundis hevur hann eisini stríðst ímóti korruptión, og summi siga, at hann er besta vónin fyri friði og framburði í Eysturafrika.
Men nobelnevndin ásannar, at arbeiðið hjá honum er akkurát byrjað, og at tað er langt eftir á mál, men nú hevur hann fingið eitt herðaklapp at halda fram.











