Tehe Aristide spælur í komandi kappingarári við AB. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum
Tehe Aristide, sum er ættaður av Fílabeinsstrondini, hevur royndarvant á Argjum seinastu tíðina, og venjararnir John Petersen og Allan Mørkøre hava eftir øllum at døma verið nøgdir við hansara avrik.
Aristide er 22 ára gamal, og hevur áður spælt á Fílabeinsstrondini og Italia.










