Í b36 halda tey seg vera um at hava leikarahópin til komandi kappingarár til reiðar. Leingi hava ætlanir tó verið um at styrkja álopspartin á liðnum.
Týsdagin verður ein roynd gjørd at bøta um hetta, tá ein 25 ára gamal suðurafrikanskur leikari kemur at royna seg. Hesin eitur Obele Okeke Onyebuchi, og hevur undan føroayferðini roynt seg í jugoslaviskum fótbólti, umframt at hann seinastu árini hevur spælt við Syrienska, sum spælir í næstbestu svensku deildini.