Afrikani royndarvenur á Argjum

Tehe Aristide av Fílabeinsstrondini roynir í hesum døgum at spæla seg til sáttmála hjá AB. Tað skrivar heimasíðan hjá argjamonnum.

Tehe Aristide, sum vanliga er miðverji, er 22 ára gamal og 190 cm høgur. Hann hevur áður spælt fótbólt á Fílabeinsstrondini og Italia. Sambært heimasíðuni vónar hann, at AB fær brúk fyri honum í komandi kappingarári.