So er tað avgjørt, hvør tað verður, sum skal spæla í miðverjuni undir liðini á Jonas Flindt Rasmussen, tá ið B36 næsta kappingarár fer at stríðast fyri at endurvinna FM heitið. Higartil hevur tað ongantíð eydnast hjá árstalsfelagnum, sum eisini brynjar seg til at royna seg í europeisku meistarakappingini.
Fríggjakvøldið visti B36 heimasíðan at siga, at 28 ára gamli Sékou Tidiane Souare er av Fílabeinsstrondini, og umframt fótbólt í heimlandinum, hevur hann eisini spælt við Ferencvárosi í bestu ungversku deildini og við maltesiska Sliema Wanderers, har hann seinasta kappingarár spældi 16 dystir og skoraði eitt mál. Í 2007 skrivaði hann undir sáttmála við enska Sheffield United, men trupulleikar við arbeiðsloyvinum gjørdu, at hann ongan tíð slapp á vøllin fyri felagið.
Sékou er 186 cm til hæddar, og hann verður lýstur sum ein sterkur og skjótur miðverji við góðum bóltførleika. Umframt at spæla í miðverjuni, kann hann eisini spæla á miðvøllinum.
Síðani tað var greitt, at Odmar Færø fór av landinum í lestrarørindum, hava teir í B36 leitað eftir styrki til miðverjuna. Tað er í samstarvi við Anfinn Gaard, sum arbeiðir hjá Danish Agency, sum er felag, ið keypir og selur fótbóltsspælarar, at B36 er komið í samband við fílabeinsbúgvan.
Fleiri møguleikar
Odmar Færø og Jonas Flindt Rasmussen vóru kanska besta miðverjugreipan av øllum í føroysku fótbólti í fjør. Í 27 landskappingardystum fóru 28 mál ígjøgnum hjá B36, og tað var ikki minst teimum báðum fyri at takka, at tað var tættari í B36 verjuni, enn tað var í nakrari aðrari verju í Vodafonedeildini.
Hóast tað bara eru tveir spælarar hjá B36, sum í útgangsstøðuni eru miðverjar, og verður tað ikki torført at manna miðverjuna, um tað skuldi borið øðrum av teimum báðum – Jonas Flindt Rasmussen og Sékou Tidiane Souare – frá at spæla. Fleiri aðrir B36 spælarar hava royndir sum miðverjar. Her verður hugsað um liðformannin Klæmint Matras, vinstra vongverjan Símun Joensen og miðvallararnar Atla Danielsen og Súna Olsen.
Styrk til álopið
Í B36 halda teir seg vera væl fyri við fólki, nú tað so smátt stundar til, at tað á vøllinum verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Millum stólparnar, í verjuni og á miðvøllinum stendur væl til við fólki hjá meistaraliðnum. Einasti staðið, har tað kanska verður neyðugt at fáa ein styrk, er til álopið.
Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg skoraðu í fjør ávikavíst 17 og 12 av teimum 63 málunum, sum B36 legan fegnaðist um á leiðini ímóti FM heitinum. Lukasz spældi við í øllum 27 landskappinardystunum, og Jákup á Borg var við í 25 dystum.
Nú altjóða avbjóðing stendur fyri framman umframt landskapping og steypakapping, er spurningurin, um tað kann roknast við, at teir báðir verða so drúgvir, sum teir vóru síðsta kappingarár. Triði álopsspælarin hjá B36 síðsta kappingarár var Mahmud Suleiman. 19 ára gamli framrættaði maðurin kom úr Brøndby og til B36, har hann var við í tíggju landskappingardystum.
Mahmud Suleiman er tjekkiskur ríkisborgari. Eftir kappingarlok fór hann av landinum, og tað er greitt, at hann kemur ikki aftur til B36. Hann hevur síðani kappingarlok í Føroyum roynt at fáa sáttmála við okkurt danskt felag.
Síðsta kappingarár var Rasmus Dam Sørensen, sum nú flytir úr dreingjadeildini og upp í unglingadeildina, fjórði álopsspælarin hjá meistaraliðnum. Tríggjar ferðir var hann eina lítla løtu á vøllinum, og evnini hjá unga manninum bera boð um, at hann ivaleyst verður meiri at síggja á besta B36 liðnum næsta kappingarár.
Í B36 verður hurðin hildin á gloppi fyri møguleikanum, at ein nýggjur álopsspælari skal koma til felagið. Møguleikin varð vendur at gera avtalu við Chris Muomaife í sunnara húsið í Gundadali, men tann møguleikin er sleptur.
Nú fyrrverandi ÍF álopsspælarin vísti seg at vera sera málsóknan. Hóast hann bara var við í fimtan dystum, so skoraði hann tólv mál ella 0,8 í miðal fyri hvønn dystin, sum hann spældi. Tað var bara toppskjúttin, Finnur Justinussen, sum rakk hægri miðaltali. Nú fyrrverandi Víkinga álopsspælarin skoraði 0,81 mál í miðal fyri hvønn dystin, sum hann var við í.










