Afrikanarar flýggja til Evropa

Um vikuskiftið eru umleið 1.600 flóttafólk komin um Miðjarðarhavið til italsku oynna Lampedusa, og sum skilst eru tey flestu úr londunum í Norðurafrika. Sambært myndugleikunum eru einar 100 kvinnur og umleið 40 børn millum flóttafólkini.

Síðani á nýggjárinum eru meiri enn 11.000 flóttafólk komin úr Norðurafrika til Italia, og rættilig ferð kom á flóttafólkastreymin, tá NATO leyp á Libya um miðjan mars.

Hildið verður, at í minsta lagi 1.820 flóttafólk eru druknað á leiðini yvir um Miðjarðarhavið.