Afrika má venda Gaddafi bakið

Í einari røðu á høvuðsstøðini hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum í Addis Abeba mælti amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, teimum afrikonsku londunum til at venda libyska leiðaranum, Muammar Gaddafi, bakið.

-Libyska fólkið er í vanda, so leingi Gaddafi er har. Gaddafi má fara frá, og eg mæli øllum londum í Afrika til at virka fyri einari veruligari vápnahvíld, og at Gaddafi frá, segði Hillary Clinton.

Hetta er fyrstu ferð í 35 ár, at ein amerikanskur uttanríkisráðharri hevur hildið røðu á fundi hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum, sum hevur 53 limalond.