?Afrika? hittar á Youtube

Fyri 25 árum síðani gjørdist sangurin hjá Nannu um Afrika ein landaplága í Danmark. Og nú er hon aftur á vøllinum - ella í tónleikaheiminum - við nýggjari útgávu. Hon hevur nú latið úr hondum eina endurinnspæling av lagnum, hesaferð saman við 25 kendum dønum og sær sjálvari.

Endamálið er at seta fokus á tað, sum er hent í Afrika síðani 1985. Reyði Krossur ásannar tí eisini, at sangurin kann kann fasthalda fólki í myndini av tí passiva móttakaranum - men í dag er støðan ein onnur:

- Viðurskiftini eru batnaði nógv síðani tá, men nógv er eftir at gera. Tí er framvegis brúk fyri at veita hjálp hagar, sigur leiðarin á fundraising-deildini hjá Reyða Krossi, Kennet Øhrberg.

- Við at endurinnspæla lagið og gera eitt sjónbandalag, kunnu vit røkka nógv longur, slær hann fast.

Líkt er til, at lagið er væl umtókt. Longu fimm dagar eftir at tað var lagt út, høvdu 36.000 sæð sjónbandalagið.

 

Lagið kann heintast ókeypis á heimasíðuni hjá danska Reyða Krossi - www.redcross.dk.