Í Afghanistan líða kvinnurnar

Seks ár eru liðin, síðani útlendskir hermenn róku Taliban-stýrið í Afghanistan frá, men korini hjá landsins kvinnum eru framvegis syndarlig

Er niðurstøðan hjá bretska felagsskapinum Womankind røtt, líða kvinnurnar í Afghanistan í veruleikanum meiri nú, enn tær gjørdu undir tí annars so harðrenda Taliban-stýrinum. Ein nýggj frágreiðing hjá felagsskapinum varð almannakunngjørd í síðstu viku, og har ber til at lesa um nøkur dømi:

 

Eitt nú siga 87 prosent av teimum afghonsku kvinnunum, at tær hava verið fyri harðskapi, og onnur hvør teirra sigur, at harðskapurin hevur verið av kynsligum slagi. 57 prosent av gentunum, sum giftast, hava ikki fylt 16 ár, og gentur heilt niður í seks ára aldur verða seldar til hjúnarlag, hóast tað er ólógligt. 60 prosent av øllum hjúnarløgum í Afghanistan eru tvungin. 88 prosent av kvinnunum duga hvørki at lesa ella at skriva. Bara fimm prosent av gentunum ganga í framhaldsskúla. 11 prosent av barnakonunum doyggja í barsilssong, og barnadeyðin er tann hægsti í heiminum.

 

Umframt hesi viðurskiftini prógvar Womankind, at næstan ein millión einkjur eru dotnar út um ta almennu forsorgarskipanina. Nógvar teirra noyðast at liva í neyð og fátøækradømi, og summar enda sum biddarar í gøtunum.

 

 

Betur enn fyrr

 

Kathryn Lockett, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina hjá Womankind, sigur við norska Aftenposten, at í veruleikanum hevur Afghanistan lógir, sum skulu styrkja støðuna hjá kvinnuni í samfelagnum. Men tann stóri trupulleikin er, at hesar lógirnar verða ikki settar í gildi.

 

-Eitt nú er bara ein dómstólur í øllum landinum, sum tekur sær av viðurskiftum hjá familjum. Hann er í høvuðsstaðnum Kabul, og tað ger, at kvinnurnar aðrastaðni í landinum hava ongastaðni at fara við sínum trupulleikum, sigur Kathryn Lockett.

 

Tá afghanski uttanríkisráðharrin, Rangin Dadfar Spanta, var og vitjaði í Noregi nú um dagarnar, bleiv hann spurdur um tað, sum stendur í frágreiðingini hjá Womankind.

 

-Hetta samsvarar ikki við ta myndina, sum vit hava, tá tað snýr seg um rættindini hjá kvinnunum í Afghanistan, svaraði ráðharrin. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki hava tær afghonsku kvinnurnar tað nógv betri nú enn undir Taliban-stýrinum.

 

-Í veruleikanum eru vit komin langt ávegis hesi seks árini. Tá Taliban stýrdi, høvdu kvinnurnar als eingi rættindi yvirhøvur. Í dag kann eg við stoltleika vísa á, at 28 prosent av kvinnunum í tjóðartinginum eru kvinnur, sigur Rangin Dadfar Spanta við Aftenposten. .

 

 

Langt á mál

 

Uttanríkisráðharrin ásannar, at tað er ikki nóg gott, at bara 35 prosent av landsins skúlabørnum eru gentur, um viðurskiftini verða borin saman við Vesturheimin. Men hann leggur dent á, at Afghanistan er á byrjunarstigi á skúlaøkinum.

 

Ráðharrin viðgongur, at Womankind hevur rætt í, at harðskapur í heiminum er ein stórur trupulleiki, men hann heldur tó ikki, at støðan er so ring, sum frágreiðingin hjá bretska felagsskapinum lýsir hana.

 

-Hetta vísir, at vit hava langt eftir á mál, og at okkum tørvar eitt langt tíðarskeið við demokratii og støðugum viðurskiftum til at loysa trupulleikarnar. Vit arbeiða eisini hart fyri at bøta um støðuna hjá kvinnunum, sigur Rangin Dadfar Spanta.

 

Kathryn Lockett heldur, at afghanska stjórnin ger ikki nóg mikið fyri at tryggja kvinnunum rættindi í tí krígsherjaða landinum. Eitt nú fýlist hon á, at stjórnin ikki hevur skipað fyri einum upplýsingarátaki um alt landið fyri at kunna kvinnurnar um tey rættindi, sum tær í veruleikanum hava.

 

-Trupulleikin er, at fólk vita sera lítið um landsins lógir, og tað ger, at allur framburður tekur nógv longri tíð enn annars, sigur Kathryn Lockett.

(Kelda: Aftenposten)