Vøksturin í afghanska búskapinum hevur verið stórur tey seinastu árini, og umleið tríggjar milliónir børn eru sloppin aftur í skúla, efti at Taliban-stýrið bleiv koyrt frá, skrivar menningarstovnurin hjá ST, UNDP, í einari frágreiðing, sum verður almannakunngjørd í dag.
Men so er lítið gott at siga afturat, tí á fleiri økjum er støðan ring. Hagtølini vísa, at fimta hvørt barn doyr, áðrenn tað hevur fylt fimm ár, og at hvønn einasta tíma doyggja tvær kvinnur í sambandi við barnsburð. Meðal livialdurin er bara 44,5 ár ella umleið 20 ár styttri enn í grannalondunum, og einki land í heiminum hevur so mong flóttafólk sum Af-ghanistan, stendur í frágreiðingini.
UNDP sigur, at eydnast tað ikki at loysa trupulleik-arnar í gerandisdegnum, kann Afghanistan enda aftur í ruðuleika. Stovnurin vísir á, at teir ymsu fólkabólkarnir hava framvegis ilt við at samstarva, og at tað kann elva til, at gamlar ósemjur kykna aftur.









