Afghanski forsetin, Hamid Karzai, segði í dag, at hann og stjórnin hava sett sær sum mál, at afghanski herurin og løgreglan skulu átaka sær fulla ábyrgd av landsins trygd innan árslok í 2014. Tað segði hann á einari ráðstevnu, har umboð fyri 70 lond vóru hjástødd.
Karzai fekk fulla undirtøku frá luttakarunum, og teir tóku eisini undir við ætlan hansara um at innlima teir umleið 36.000 Taliban-limirnar í afghanska samfelagið tey næstu fimm árini. Endamálið er at steðga harðskapinum í Afghanistan, so onnur lond kunnu fara undir at taka sínar hermenn haðani.
Vesturheimurin hevur lagt trýst á Hamid Karzai og stjórn hansara fyri at fáa afghanar at yvirtaka eftirlitið við landsins trygd sum skjótast, so teir umleið 150.000 útlendsku hermenninir kunnu fara heimaftur.










