Afghanar hata útlendingar

Amerikanski herurin sigur, at hermenninir skutu í sjálvverju, tá teir skutu eftir fólki eftir eina ferðsluvanlukku í Kabul mánadagin, men afghanskir politikarar vilja hava málið kannað til botns.

Fyri fyrstu ferð síðani Taliban-stýrið fall, eru stríðsvognar at síggja í afghanska høvuðsstaðnum Kabul, og umleið 2.000 alvápnaðir hermenn standa á varðhaldi í gøtunum í miðbýnum.

Afghanar eru í øðini inn á teir útlendsku hermenninar í landinum, og serliga amerikanararnir standa fyri skotum. Orsøkin er, at amerikanskir hermenn skutu eftir sivilfólki aftan á eina ferðsluvanlukku í býnum mánadagin, tá ein lastbilur hjá amerikanska herinum rendi á nakrar parkeraðar bilar. Sjálv ferðsluvanlukkanj kostaði fimm afghanum lívið, men tá avtornaði, høvdu 14 fólk latið lív, og fleiri máttu á sjúkrahús við skotsárum.

-Amerikanararnir skutu ósek fólk, og vit fara at hevna drápini, sigur eitt eygnavitni við tíðindastovuna AP. Amerikanski herurin heldur uppá, at hermenninir skutu bara upp í luftina, men afghanskir løgreglumenn siga við bretska blaðið The Guardian, at hermenninir skutu eisini eftir fólki, sum vóru í øðini um ferðsluvanlukkuna. Ein amerikanskur heryvirmaður, Tom Collins, sigur við AP, at skutu amerikonsku hermenninir eftir fólki, so var tað í sjálvvverju. Men ta frágreiðingina góðtaka afghanskir politikarar ikki, og tjóðartingið hevur kravt, at málið verður kannað til botns.

Eygleiðarar í Afghanistan siga, at tilburðurin hevur fingið afghanar at leggja hatur á alt, sum er útlendskt. Í gjár vórðu tríggjar kvinnur funnar deyðar har norðuri í landinum. Tær vóru afghanskar, men arbeiddu fyri altjóða hjálparfelagsskapin Action Aid.

Veksandi mótstøðan í Afghanistan kemur USA illa við, tí amerikanski herurin er eisini sera illa umtóktur í Irak, eftir at tað er komið fram, at amerikanskir hermenn skutu 24 óvápnað sivilfólk, teirra millum fleiri børn, í býnum Haditha í november í fjør. Málið verður kannað, og í morgun segði ein talsmaður hjá herinum, at tað er greitt, at hermenninir søgdu ikki sannleikan, tá teir greiddu sínum yvirmonnum frá tí, sum var hent í Haditha.