AfD stóra framgongd

Angela Merkel, kanslari í Týsklandi, hevur fingið ein dyggiliga frammaná í valinum til Landtag (parliament) í statinum Mecklenberg-Pommern.

 

Stóri sigurflokkurin á valinum var nýggi flokkurin Alternative für Deutchland (AfD), ið vann 20.8% av atkvøðunum, ið geva 18 av 71 sætum. Størsti flokkur gjørdist sosial demokratiski flokkurin, ið fekk 26 mandat, tvey færri enn seinast, og flokkurin hjá Angelu Merkel, CDU, misti eisini tvey mandat og fóru niður á 16, við 19% og gjørdist harvið triðstørsti flokkur.

 

Hetta verður sæð sum ein generalroynd til parliamentsvalið í Týsklandi, sum verður í næsta ár. CDU stendur til at missa nógv og Angela Merkel er komin undir stórt trýst. Serliga er tað AfD, sum vinnur seg stórt inn á hana og CDU.

 

AfD er ein islam- og innflytarakritiskur flokkur. Tey eru ein nýggjur flokkur í týskum politikki, sum byrjaði sum eitt mótmæli móti evruni, eftir kreppuna, sum gjaldoyra kom í fyri nøkrum árum síðani.
Síðan flóttafólkakreppan byrjaði, tók flokkurin tað sakina til sín og byrjaði at fáa viðvind.

 

Stjórnin hjá Angelu Merkel hevur verið fyri stórum atfinningum fyri sína Opnar Hurðar politikk. Tey hava higartil tikið ímóti nógvum innflytarum og flóttafólkum úr krígsherjaðum londum sum Sýria og tey hava fyribils ongar ætlanir um at skifta politiska kós.

 

Enn er sjálvandi ov tíðliga at siga hvussu stór ávirkanin frá AfD verður á Merkel til valið næsta ár, men eyðsæð er, at hon er undir stórum trýstið.

 

Jenny Hill frá BBC skrivar í eini greining av støðuni, at Angela skal ikki avkrivast enn, tí oftast fær hon bestu úrslit tá hon er undir trýstið og tað er higartil eingin, ið er framstillaður sum ein kandidatur ímóti henni sum kanslara.