Bergur Rønne Moberg er lektari í føroyskum og norðuratlantiskum viðurskiftum við Københavns Universitet og fyrrverandi lektari í føroyskum bókmentum og mentan við Fróðskaparsetur Føroya.
Bergur Rønne Moberg hevur granskað William Heinesen í meira enn 20 ár og hevur skrivað hópin av javnlíkamettum vísindagreinum og bókum á føroyskum, donskum og enskum umframt eina ørgrynnu av miðlandi greinum og fyrilestrum um kenda føroyska fjøllistamannin.
Ævisøgan er ætlað sum ein heiður til rithøvundan, myndlistamannin, tónasmiðin, mentamannin og handilsmannin William Heinesen (1900-1991), sum í 2025 hevði fylt 125 ár.
William Heinesen er vorðin eitt føroyskt mentanarikon, og Bergur Rønne Moberg er eisini við í fyrireikingunum til at byggja eitt mentanarhús til æru fyri William Heinesen á trøðni hjá honum á Varðagøtu. Bergur Rønne Moberg hevur verið ráðgevi hjá fyritøkuni Henning Larsen Arkitektum, ið hevur teknað mentanarhúsið.
Ævisøgan um William Heinesen fer at verða skrivað sum ein modernað føroyingasøga. Støði verður tikið í Williami Heinesen bæði sum mentanarbera og mentanarbrótara í mun til Føroyar, Danmark og Evropa.
Lív og verk William Heinesens eru um somu tíð føroysk lokalsøga og føroysk heimssøga. Hansara lívsverk fellur á mangan hátt saman við menningini av modernaðu Føroyum.
Ævisøgan um William Heinesen verður væntandi týdd til nógv onnur mál og kemur tískil at roynast sum ein branding av Williami, Havnini og Føroyum.
Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024












