Ævintýrið hjá gamla B71 venjaranum og Gambia er endað

Vertslandið, Kamerun vann ruddiliga uppibornan 2-0 sigur í fjórðingsfinaluni í afrikanska endaspælinum

Belgiski Tom Saintfiet, ið vandi B71 í 2002 og í 2003 hevur skrivað fótbóltssøgu við lítla afrikanska landinum, Gambia skriva fótbóltssøgu. 

 

Gambia vann seg víðari úr bólkaspælinum í afrikanska endaspælinum við sjey stigum av níggju møguligum móti Mali, Tunesia og Mauritania. Tað var fyrstu í søguni hjá Gambia, at teir vunnu seg úr bólkaspælinum. 

 

Og Gambia legði aftrat søguskrivingini við at vinna 1-0 á Guinea í áttandapartsfinaluni, og tá mundi fagnaðurin heima í Gambia ongan enda fingið. 

 

Í dag gjørdist fjórðingsfinalan móti vertslandinum, Kamerun endastøðin hjá Gambia. Kamerun vann ein ruddiliga uppibornan 2-0 sigur á Gambia, ið bara hevði eitt skot uppá málið hjá Kamerun allan dystin. Kamerun hevði sjey skot uppá málið hjá Gambia, og samanlagt 18 málroyndir.

 

Lyon-spælarin, Karl Toko Ekambis gjørdist stóra hetjan hjá Kamerun við at skora bæði málini. Málini komu tá fimm og 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Tom Saintfiet og hansara menn kunnu tó vænta eina hetjumóttøku tá teir koma aftur til Gambia, har tey longu hava verið úti á gøtunum fleiri ferðir fyri at feira góðu og søguligu avrikini hjá gambesiska landsliðnum.