- Færri og færri ættleiða, og samstundis verður tað dýrari fyri tann einstaka at ættleiða. Í dag sær tað í veruleikanum rættiliga vónleyst út, sigur Birita Signýardóttir, nevndarlimur í Ættleiðingarfelagnum.
Hagtøl hjá Ríkisumboðnum vísa, at alsamt færri børn vera ættleidd til Føroya. Orsøkin er helst, at tað er blivið so kostnaðarmikið fyri familjurnar.
- Hvør familja skal rinda eina rúgvu í avgjøldum til tey donsku og tey útlendsku ættleiðingarfeløgini, og samstundis er als ikki vist, at allir pengarnir geva teimum eitt barn, greiður Birita Signýardóttir frá.
Tað er einki garanti fyri, at tú fært eitt barn, hóast tú rindar teir kostnaðir sum eru. Samstundis hava donsku og fleir útlendsk ættleiðingarfeløg fingið stórar almennar atfinningar, og spurnartekin er sett við teirra reiðiligheit. Summi eru enntá ákærd fyri korruptión í ættleiðingarskipanini.
- Tú skalt rinda nógv í sakarmálskostnaði, men vit vita í veruleikanum ikki hvar allir pengarnir fara. Sumt fer sjálvandi til starvsfólk hjá feløgunum í Danmark, og teimum feløgunum í tí avvarðandi landinum, men júst hvat tað er, sum kostar so nógv, vita vit ikki, greiður Birita frá.
Hon heldur, at tað mest sum er vónleyst at fáa eitt barn umvegis ættleiðing í dag.
- Í dag kunnu vit næstan siga, at ættleiðing einans er fyri tey ríku. Tað er í øllum førum ótrúliga kostnaðarmikið og langdrigið at fara undir, sigur Birita.
Hagtøl hjá Ríkisumboðnum vísa, at alsamt færri føroyingar ættleiða fyri hvørt ár sum gongur, og í 2013 vóru einans trý børn ættleidd til Føroya.