- Ætli at vísa mínar dygdir

Kaj Leo í Bartalsstovu fær í morgin møguleikan frá byrjan á føroyska landsliðnum

Ein av teimum nýggju monnunum, sum í morgin fær møguleikan frá byrjan á føroyska landsliðnum er Kaj Leo í Bartalsstovu, sum dagliga spælir fyri Levanger í Noregi. Hann kemur at byrja dystin sum vinstri miðvallari fyri Føroyar.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu sigur, at tað er stórt at byrja ein so týðandi landsdyst

 

-       Tað er altíð ein æra at spæla fyri landið hjá sær, og at byrja inni er sjálvsagt eyka stórt.

 

Og Kaj Leo í Bartalsstovu ætlar sær eisini, at vísa sínar styrkir í dystinum móti Ungarn í morgin.

 

-       Fyrst og fremst snýr tað seg um at arbeiða hart, og at hjálpa liðnum í øllum støðum í dystinum. Men eg ætli mær eisini at bjóða av frameftir, og vísa mínar styrkir.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu sigur at enda, at hann hevur góðar vónir til dystin.

 

-       Vit vita at teir koma at leggja eitt ágrýtið trýst á okkum frá byrjan, og at teir leggja nógv fyri at vinna móti okkum. Men eg vænti at tað kann vera ein fyrimunur hjá okkum, og tí havi eg góðar vónir til dystin í morgin.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur síðani kappingarbyrjan í 2014 spælt við norska felagnum, Levanger FK. Í Føroyum spældi hann áðrenn fyri barndómsfelagið, Víking.

 

Øll samrøðan við Kaj Leo í Bartalsstovu kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.