Tað er Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins, sum hevur sett Bjarna Kárasyni Petersen ein grein 52a fyrispurning, eftir at landsstýrismaðurin hevur sagt við Sosialin, at vakmyndatól ikki hava landsstýrismansins fremstu raðfesting.
Hann hevur tí sett hon hesar spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja løgtingssamtyktini um at loyva kommunum
at seta upp vakmyndatól (tingmál nr. 69/2023)?
2. Um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, nær kann so roknast
við, at lógaruppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið?
Í viðmerking til spurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at Løgtingið hevur samtykt við stórum meiriluta tann 16. mai í ár eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum. 23 atkvøður vóru fyri uppskotinum og tvær ímóti.
Lesið eisini: Hevur ikki skund at seta vakmyndatól upp
– Men í samrøðu við Sosialin tann 9. august í ár verður landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at tað hevur ikki skund at avgreiða hetta málið, og sambært blaðnum sær landsstýrismaðurin fyri sær aðrar loysnir enn tær, sum Løgtingið hevur samtykt, sigur Helgi Abrahamsen.
– Um so er, at landsstýrismaðurin ikki ætlar at fylgja løgtingssamtyktini, men heldur velur at ganga sínar egnu leiðir, er best at hann boðar frá hesum beinanvegin, soleiðis at onnur kunnu gera lógaruppskot um hetta og leggja tað fyri Løgtingið, sigur Helgi Abrahamsen.