Í ár eru 115 ár liðin síðani fyrsta háskúlaskeiðið byrjaði. Hetta var 1. november 1899, á Stongunum norðuri í Klaksvík. Árið eftir flutti skúlin vesturum, og helt til í Føgrulíð frá 1900 til 1909. Haðani flutti Háskúlin til Havnar, har hann síðani hevur havt sítt virki, úti í Hornabø.
Av tí at 1.november, Allahalganna dagur, eisini er vorðin miningardagur teirra sjólátnu, verður hátíðarhaldið hjá Føroya Fólkaháskúla sunnudagin klokkan 16.
Á skránni verða røður, felagssangur, framførslur og føroyskur dansur. Eisini verður ein breyðbiti at fáa og føðingardagskøka omaná.
Stjórin, Annfinnur Heinesen vitjaði Rásarúmið til eitt prát í morgun. Hann ætlar at stríðast fyri, at háskúlanum skal verða lagað mong ár aftrat. Hann leggur stóran dent á, at tey, sum koma á háskúla mennast, sum menniskju.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Annfinn Heinesen greiða frá sínum visjónum fyri Føroya Fólkaháskúla, søguni hjá skúlanum, og hátíðarhaldinum, sum verður sunnudagin.
(Privatmynd: Annfinnur Heinesen)