Ætlanin var als ikki at turrleggja føroyingar

Hetta var ein lágmæltur boðskapur, ikki ein gjellandi trompet

 

- Ætlanin var als ikki at turrleggja allar føroyingar.

Tað staðfestir Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Tað vakt ein ans, tá ið Fólkaheilsuráðið fyri eini góðari viku síðani fór undir eitt eitt átak við tí endamáli at fáa fólk, sum drekka, at hugsa seg um.

 

Tað gjørdi Fólkaheilsuráðið við at leggja ein alkoholroknara á heimasíðuna har tað ber til at seta inn, hvussu nógv ein drekkur í eina viku, og so sæst, hvussu nógv, tað økir um vandan fyri at fáa ávísar sjúkur.

 

Pál Weihe heldur, at summi hava misskilt endamálið við hesum átakinum, tú summi fóru at tosa um alkoholikarar og onnur hildu upp á, at nú ætlaði Pál Weihe at turrleggja allar føroyingar.

 

- Hetta er ikki eitt átak, sum vendir sær til alkoholikarar, soleiðis, sum nøkur kanska hava hildið, sigur Pál Weihe.

 

Hann sigur, at hetta er eitt átak, sum vendir sær til tey, sum drekka nakað, uttan at vera tað, vit skilja við misnýtarar.

 

Les eisini: Hvussu illa drekkur tú - kanna tað her

 

- Hetta er eitt átak fyri tey, sum drekka, men sum als ikki føla seg sum alkoholikara fyri tað, leggur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum afturat.

 

Hann sigur, at endamáli er at fáa tey, sum drekka at hugsa av álvara um sína veruliga nýtslu.

 

Les eisini: 6000 føroyingar hava kannað sínar drykkjuvanar

 

- Tað eru nøkur sum hava rúsdrekka sum eitt gerandis-njótilsisevni, men spurningurin er, um tey av álvara gera sær greitt, hvussu nógv tað í veruleikanunum verður til av rúsdrekka tilsamans um vikuna.

Samstundis hava vit sett upp, hvussu nógv tað økir um vandan fyri ávísum sjúkum.

 

-  Kanska verður úrslitið, at vandin fyri onkrari sjúku økist 50 prosent, ella okkurt sovorðið, afturómóti hjá einum, sum ikki drekkur.

 

- Men tað er ikki sagt, at viðkomandi stendur við øðrum beininum í grøvini fyri tað, tí vandin kann frammanundan verða ómetaliga lítil.

 

Pál Weihe sigur, at tað kann væl vera at fólk, sum kanna sína nýtslu, kortini koma til tað niðurstøða, at tey ikki vilja broyta nakað, tí rúsdrekka gevur teimum so mikið stórt njótilsi, og so stóra gleði, bæði mentanarliga og sosialt, at tey kunnu saktans liva við, at vandin fyri ávísum sjúkum økist.

 

- Hetta var als ikki fyri at leggja seg út í, hvussu nógv fólk drekka. Hetta var ikki ætlað sum ein gjellandi trompet, men bara sum ein stillførur boðskapur, sigur Pál Weihe.