Ætlanin hjá samgonguni er deyðadømd

að er meiningsleyst at spyrja almenningin um hetta

- Tað er burturvið og meiningsleyst at gera eitt slíkt kjakupplegg og leggja tað út til almenningin at hava eina meining um.

Tað heldur Reidar Nónfjall, virkisráðgevari.

 

Hann sipar til ætlanina hjá samgonguni at endurskoða bygnaðin í almennu fyrisitingini við tí endamálið at fáa meiri burtur úr og at spara pening.

 

Les eisini: Ávara staðiliga ímóti ætlan hjá samgonguni

 

- Skal ein koma við einum vælskikkaðum íkasi, krevst innlit, fakligur førleiki og, ikki minst, royndir, sigur virkisráðgevarin í einum hoyringssvari til ætlanina.

 

Hann staðfestir, at tað er uppgávan hjá politisku toppleiðsluni, ella landsstýrinum, at tryggja ein støðugan og effektivan bygnað í landsfyrisitingini.

 

- Talan er um eina fakliga uppgávu, sum politiska skipanin, saman við fyristingini, hevur ábyrgdina av at fáa at virka dygdargott.

 

 Les eisini: Eitt tvíeggjað svørð

 

- Almenningurin hevur hvørki innlit, førleika ella royndir at meta um tørvin á nýskipanum ella tillagingum og tí er hetta kjakupplegg heldur at renna undan ábyrgd.

 

Reidar Nónfjall heldur tvørturímóti, at leiðslan má traðka í karakter og gera tað hon er ætlað til at gera.

 

Hann heldur, at tað, embætisverkið skal gera í samráð við landsstýrið, er ein kritiskt  kanning og greining av landsfyrisitingini. Tað skulu vera uttanhýsis ráðgevarar, sum skulu gera eina ein fakliga og óhefta lýsing.

 

- Síðan er tørvur á allar fyrst at nágreina uppgávurnar og síðan skipa ein bygnað, sum tryggjar dygdargóðar uppgávuloysnir og tænastur. Øll onnur raðfylgja er skeiv og ólogisk og skapar ikki betri úrslit.

 

- Bara heitið hevur við sær, at hetta tiltak frá byrjan av er deyðsdømt. Orðið ”kjak” leggur upp til at onki skal henda og ”upplegg” sigur, at hetta er ikki meint í álvara, sigur Reidar Nónfjall.