Ætlanin er at bjóða arbeiðið út fyri jól

Og tey vóna, at tíðarætlanin fer at halda

Í dag viðgerð Løgtingið uppskotið um at gera tunnil til Fámjins. Nakrir flokkar hava havt orðið, og tað er full semja um at taka undir við uppskotinum so at fámjinginar fáa tunnilin.

 

Tunnilin, sum er 1,2 kilometrar langur, skal í mesta lagi kosta 169 milliónir og tá er ætlanin eisini at gera 400 metrar av vegi fámjinsmegin og ein kilometur av vegi ørðavíkarmegin.

 

Eftir ætlanini verður tunnilin liðugur í 2023 ella í 2024, men enn ganga tað nakrar mánaðir áðrenn tað verður klárt at bjóða Fámjinstunnilin, út.

 

Í Løgtinginum í dag varð upplýst, at gongst sum ætlað, verður arbeiðið at gera Fámjinstunn boðið út beint fyri jól, ella um hálvan desember. Ætlanin er so at seta sjøtul á arbeiðið næsta ár, so at tunnilin verður liðugur í 2023 ella í 2024.

 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum eisini er í Fíggjarnevndini, vísir á, at tunnilin, sum verður gjørdur til Dals, kostar 30.000 - 40.000 krónur fyri meturin, men Fámjinstunnilin kostar tríggjar, ella fýra ferðir so nógv.

 

Hann sigur, at tá ið fíggjarnevndin fer at viðgera málið um Fámjinstunnilin, eigur hesin spurningur at verða tikin upp, tí kunnu tunlar gerast fyri ein triðing av tí, sum er vanligt, er nógv vunnið.

 

Hann heldur eisini, at tað er neyðugt at hyggja at rakstrarkostnaðinum. Sum er, kostar tað 200.000 krónur um árið at halda vegin ímillum Ørðavík og Fámjins, men hinvegin verður mett, at Fámjinstunnilin fer at kosta 1,6 milliónir at halda.

 

Eisini nývaldi formaðurin í Fíggjarnevndini, Erhard Joensen, sigur, at hetta loypur í eyguni, og verður tikið upp í Fíggjarnevndini.

 

Hann vísir til samanberingar, at Norðoyatunnilin, sum er meiri enn fimm ferðir so langur, og nógv meiri umfatandi við pumpuskipan, og øðrum, kostar fimm, ella seks milliónir at halda, so her er okkurt, sum eigur at verða kannað gjølligari, heldur hann.