Ætlan um 200 arbeiðspláss av ongum

Ætlanin at lata stóra fiskavirkið í Havn, Bacalao, uppaftur, verður av ongum í hesum umfari, tí donsku íleggjararnir, Espersen Fisk á Bornholm, hava eftir øllum at døma ikki neyðuga álitið á politisku skipanina til at fara í gongd nú.

 

So hóast bæði høli, maskinur og útgerð eru til taks, verður í hesum umfari einki av einum 200 arbeiðsplássum í flakavinnuni í høvuðsstaðnum á hesum sinni, skrivaði Sosialurin í gjár.

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, sigur seg vóna, at okkurt kann henda allíkavæl, men staðfestir, at donsku íleggjararnir einki gera nú:

 

Meiri er at lesa í mánadagsblaðnum hjá Sosialinum.