Ætlaðu at raka fleiri bólkar

Bústaðir má útvega bíligari íbúðir, ella hevur felagsskapurin ikki rokkið endamálinum

Ætlanin við at skipa bústaðarfelagið, Bústaðir, var, at felagið skuldi útvega íbúðir, sum eisini veikir bólkar í samfelagnum hava ráð at leiga.

 

Tað staðfestir Edvá Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

 

Hon staðfestir eisini, at íbúðirnar, Bústaðir nú hevur keypt á Heimasta Horni

 

Tær íbúðirnar kosta úr stívliga 5.000 krónum upp í stívliga 7.000 krónur um mánaðin at leiga, umframt ljós og varma.

 

Bústaðir sigur, at eftirspurningur er eisini eftir íbúðin við hesum prísunum, men Edva Jacobsen sigur, at Bústaðir má eisini útvega bíligari íbúðir.

 

Men hon veit kortini ikki, hvørja støðu, hon skal hava til at tað almenna skal leita leigarum bústaðarískoyti fyri at fáa leiguna niður, tí tað er ein útreiðsla fyri landskassan.

 

Trýst á pílin undir myndin og hoyr, hvat tingkvinnan fyri Sambandsflokkin hevur at siga um støðuna.